FSF: Vindur og regn fríggjadagin, og síðani sól og summar, og ógvuliga gott veður leygardagin.
Veðurlíkindini hjá teimum umleið 120 børnunum og ungu, ið vóru á fótbóltsskúla í Hoyvík, og gott 100, sum vóru á fótbóltsskúla á Svangaskarði, um vikuskiftið, var ógvuliga skiftandi.
Men sum heild gekk sera væl, og luttakararnir, sum vóru í aldurbólkunum U7, U9, U11 og U13 fingu nógv burturúr, hóast veðrið argaði eitt sindur tann fyrra dagin.
Saman við HB, KÍ, FC Hoyvík og B68 hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri í alt fýra fótbóltsskúlum í summar, og samanlagt hava næstan 500 børn og ung verið á fótbóltsskúlunum, sum í ár hava verið á Másheyggi, í Gundadali, á Hoyvíksvøllinum, og á Svangaskarði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald