Fótbóltur

Myndir: Gott lag og nýggj andlit

A-landsliðið við kvinnum møtti í dag inn í sambandi við Nations League dystirnar næstu vikuna. Byrjað verður á heimavølli móti Montenegro fríggjadagin.

Ásla Johannesen og Lena Olsen (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

Ásla Johannesen og Lena Olsen (Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2023-09-18 22:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjadagin verður fyrsti Nations League-dysturin hjá A-landsliðkvinnunum. Dysturin verður á Tórsvølli, og í liðið møtti í dag inn til fyrstu venjingina.

Tað var gott lag og fleiri nýggj andlit eru eisini í hópinum hesaferð.

Dysturin millum Føroyar og Montenegro verður fríggjadagin klokkan 18, og týsdagin í næstu viku spæla Føroyar á útivølli móti Kýpros.

Hópurin til dystirnar móti Montenegro og Kýpros sær soleiðis út:

Óluva Joensen, KÍ
Valborg Østerø, B36
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Heidi Sevdal, NSÍ
Sunniva Willemoes, HB
Rúna Jacobsen, HB
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rebekka Benbakoura, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Margit Magnusdóttir, 07 Vestur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)
Lena Olsen, NSÍ
Jensa K. Tórolvsdóttir, FC Thy – Thisted Q
Mona Rasmusdóttir, FC Thy – Thisted Q
Sara S. Lamhauge, NSÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn H. Joensen, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Fridrikka Clementsen, HB
Ása S. Carlsen, HB
Rúna Olsen, NSÍ
Sarita Petersen, EBS/Skála

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder