Fótbóltur

Grannauppgerð í U21-finaluni í morgin

HB og B36 bresta saman á Tórsvølli fríggjadagin 3. november klokkan 19 . Hetta eru liðini, sum hava vunnið Thomas Dam Intersport steypið seinastu árini.

2023-11-02 15:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru steypavinnararnir seinastu tvey árini í U21, sum hittast í finaluni um Thomas Dam Intersport steypið í annaðkvøld. HB vann í fjør, og B36 vann í 2021. Um hugt verður fimm ár aftur, so hava feløg úr Tórshavnar kommunu sitið á tí: 

Thomas Dam Intersport steypið seinastu fimm árini:
2022: 
HB
2021: B36
2020: AB
2019: HB
2018: HB

Kelda: FaroeSoccer

Tað eru sjálvandi broytingar í hópunum í mun til hesar finalurnar, men tað merkir helst nógv fyri feløgini at halda vinnarasiðvenjuna.

B36 og HB endaðu ikki í oddinum í landskappingini, sum 07 Vestur vann. 
Tað vera nummar 4 og nummar 6 í landskappingini í ár, sum bresta samam. Fótbóltssamband Føroya vísir á innanhýsis úrslitini: 

- Um hugt verður eftir úrslitunum í innanhýsis dystunum millum grannarnar í Gundadali higartil í ár, so kunnu vit vænta ein góðan dyst, við nógvum málum.Í landskappingini hava liðini møtt hvør øðrum tríggjar ferðir. B36 hevur vunnið tvær ferðir, 2-1 og 4-2, meðan HB hevur vunnið ein dyst, sum endaði 4-2 til teir reyð-svørtu.

Dómari í finaluni fríggjakvøldið verður Heini Ziskason Viðoy, og at hjálpa sær hevur hann Emil Sørensen og Sámal Weihe. 4. dómari verður Annfinn Hjaltalin, upplýsir fsf.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder