FSF: Grassrootsvikan er afturvendandi tiltak hjá UEFA, har limalondini á ymiskan hátt varpa ljós á breiddarfótbólt og spæligleði. Føroyska íkastið í ár er tiltakið “Bóltur og spæl”, sum verður hildið fyri barnagarðsbørnum kring landið komandi tíðina. Fyrsta tiltakið varð hildið í Klaksvík fríggjamorgunin, har umleið 230 barnagarðsbørn úr Norðoyggjum og Eysturoynni luttóku.
Bóltur og spæl er skipað við spølum við og uttan bólt, har børnini skifta millum ymiskar støðir á vøllinum. Umframt starvsfólkini á luttakandi barnagørðunum, vóru skúlanæmingar av Skúlatrøð í Klaksvík eisini við sum hjálparfólk, og áttu hesi sín stóra lut í, at tiltakið eydnaðist so væl, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots samskipari við heimasíðuna hjá FSF.
– Bóltur og spæl snýr seg fyrst og fremst um at geva børnunum eina góða og stuttliga uppliving við rørslu- og spæligleði, og tað haldi eg eydnaðist sera væl í dag. Børnini vóru væl uppløgd og næmingarnir av Skúlatrøð gjørdu eisini eitt megnar arbeiði við at seta støðirnar upp og geva børnunum eina góða uppliving, sigur hon.
Í komandi viku verður Bóltur og spæl á skránni í Havn, Sandavági, Runavík og á Sandi, áðrenn endabresturin verður í Vági 4. oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald