Tveir dystir í Okkara-deildini vórðu leiktir seinnapartin.
Í Vestmanna var greipuvinnarin á vitjan hjá oddaliðnum. H71 hevur havt eitt svingandi ár higartil, men í dag lótu hoyvíkingar ongan iva vera um, at teir hava eina ávisa styrki. H71 vann við heili 12 málum á VÍF, ið annars er komið væl frá byrjan.
Tað leikaði javnt á í 1. hálvleiki, men eftir eina løtu í 2. hálvleiki var eingin ivi um, hvønn veg dysturin fór. VÍF heðvði stórar trupulleikar viða at skora og hetta kostaði. Sermerkt var, at av teimum 17 málunum hjá heimaliðinum skoraði Filip Jojic heili 11 mál.
VÍF er framvegis oddalið í Okkara-deildini, men úrslitið hevur við sær at H71 nærkast.
Tapið hjá vestmenningum hjálpti eisini Neistanum, sum í dag vann tryggan sigur á StÍF. Teir bláu úr Havn vóru á vitjan á vestara armi av Skálafjørðinum. Fyrri hálvleikur var undirhaldandi og javnur, og liðiðni høvdu skorað 16 ferðir í part, áðrenn tey fóru at hvíla seg.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki hevði Neistin tó skapt sær eina trygga leiðslu, og útiliðið vann stórsigur. 17-ára gamli Dánjal Ragnarsson gekk á odda við heili 12 málum fyri Neistan, ið nú bert er eitt stig aftanfyri VÍF.
VÍF - H71 17-29 (10-12)
Toppskjúttar: Filip Jojic 11, Peter Krogh 8
StÍF - Neistin 24-36 (16-16)
Toppskjúttar: Jóannes A. Prestá 9, Dánjal Ragnarsson 12
Støðan í Okkara-deildini:
VÍF 13 (9 dystir)
Neistin 12 (8 dystir)
Kyndil 10 (9 dystir)
H71 10 (8 dystir)
StÍF 6 (8 dystir)
KÍF 5 (8 dystir)
Team Klaksvík 2 (8 dystir)
Komandi umfar:
Mikudagin 28/11: Neistin - H71 (Kl.20.00)
Hósdagin 29/11: StÍF - Team Klaksvík
Kyndil - KÍF
(Báðir byrja klokkan 20.00)
Hondbóltur
Greiðir útisigrar til H71 og Neistan
Hoyvíkingar vunnu á oddaliðnum í Vestmanna, meðan Neistin setti StÍF uppá pláss á Skála.
Hóast Filip Jojic fekk trý mál fleiri enn stórskjúttin hjá H71, so vunnu Peter Krogh og hoyvíkingar stórt á VÍF í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)
2018-11-25 18:35
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald