Fótbóltur

Greiður svenskur sigur eftir betri føroyskt avrik

Føroyska liðið spældi við greitt meira nærleika, vilja, dirvi, ætlan og góðsku enn í Oslo, og hevði stóran møguleika at skora til 1-0 og 1-1. Senastu tjúgu minuttirnar var tað tó "eykaliðið" hjá Svøríki, ið avgjørdi dystin.

Brandur Hendriksson spældi framúr væl fyri Føroyar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson spældi framúr væl fyri Føroyar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-18 21:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska a-landsliðið hjá monnum hevði í kvøld sína seinastu uppgávu í hesari EM-undankappingini. Hetta var samstundis seinasta uppgávan hjá venjaratoyminum, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen, og liðformanninum Atla Gregersen. Hon var á Friends Arena, beint norðanfyri Stokkhólm. Sviar spældu seg til EM-endaspæli fríggjakvøldið, og tíggju broytingar vóru gjørdar á svenska liðnum í mun til í Rumenia.

Fyrra helmingin av 1. hálvleiki vóru sviar sera nógv á føroysku hálvuni á bóltinum. Tað var sjáldan, at okkara veruliga fingu luft, men teir avvístu tó væl og vóru vælskipaðir. Sviar komu ikki til nógv ítøkiligt í 1. Hálvleiki - eftir 10 minuttir gjørdist tað tó ein spent støða, tá sviar fingu sítt fyrsta horna eftir sviar halda trýstið.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki fingu føroyingarnir hildið uppá bóltin eina løtu, og Jóan Símun Edmundsson vann eitt fríspark á svensku hálvuni. Tað lá væl frá Brandi Hendrikssyni, men sviar fingu ruddað burtur í fyrstu atløgu. Bólturin datt út til Jóannes Bjartalíð, ið royndi seg fyrstu ferð við vinstra beininum, men bólturin var ikki nær við ar taka málið.

Í 25.minutti kom veruliga áváringin til Svøríki. Hon kom eftir gott føroyskt spæl í høgru, eitt frálíkt innlegg frá Brandi í aftasta økið, har Viiljormur Davidsen hevði runnið seg væl frían. Vongbakkurin setti vinstra fótin  á, men svenski málverjin var til reiðar við góðari fótparadu. Sviar ressaðust við, og løgdu seg á odda við sínum fyrsta veruliga málmøguleika. Høgri bakkurin, Marcus Danielson legði innfyri úr høgru, Rógvi Badvinsson møtti ikki bóltinum, og ístaðin kom áleyparin Sebastian Andersson úr Union Berlin fyrst á hann, og við høvdinum stútaði hann bóltin niður í longra málhorn.

Lív var í næstu løtuni, og bæði liðini høvdu støður. Veruligur inntensitetur var í dystinum, nakrar ónollur vóru, og sviar vóru frustreraðir. Millum annað fekk Victor  Lindelof, ið var á bonkinum, gult kort eftir at Mattias Svanberg hevði framt hevnisøka móti Brandi, og menn gjørdist heitir. Atli fekk eisini gult kort í støðuni fyri at skelda dómaran.

Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn fyri Jóannes Bjartalíð eftir steðgin, og gøtumaðurin hevði nakrar heilg góðar støður. Svøríki royndi at leggja trýst frá byrjan í 2. hálvleiki, og í 52. minutti vann heimaliðið bóltin høgt á føroysku hálvuni, vælleikandi Alexander Isak kom til frítt skot í brotsteigum, men Gunnar Nielsen bjargaði frálíka væl og helt harvið Føroyum inni í dystinum. Næstu minuttirnir vóru góðir hjá Føroyum, og Gilli Rólantsson var sera nær við at javna, tá hann rann ein leysan bólt upp, slapp framvið svenska málverjanum, men ein verjuleikari megnaði akkurat at koma á síðuna á kvika føroyska vongbakkinum, og fekk í evstu løtu syrgt fyri, at tað ikki bleiv 1-1.

Dysturin livdi veruliga til smáara tjúgu minuttir fyri tíð. Tá stríddust føroyingar við at rudda burtur í tveimum førum, áðrenn skot frá Svanberg úr tjúgu metrum umvegis Rógva fór framvið Gunnari. Løtu seinni noyddi ein sera vælleikandi Brandur Nordfeldt í svenska málinum til eina góða bjarging, eftir at Viljormur væl fann miðvallaran, sum var runnin væl inn í svenska brotstein. Skálvíkingurin var ógvuliga eyðsýndur á Friends Arena í kvøld.

Tíggju minuttir fyri fyri leiklok stútaði John Guidetti eitt horna úr vinstru umvegis tvørtræðið í málið, og so kundi svenska veistlan av álvara byrjan. Klassamunur sást tó ikki týðiliga í kvøld, og Føroyar vístu greitt betri taktir enn í Noreg.

Viðmerkingar verða á Portalinum skjótast gjørligt.   

EM-undankapping, bólkur F – 10. Og seinasta umfar
Friends Arena, Stokkhólmur – 18.november, 2019
Svøríki – Føroyar 3-0 (1-0)
29' Sebastian Andersson 1-0
72' Mattias Svanberg 2-0
80' John Guidetti 3-0

Føroyska liðið (5-4-1/3-4-3):
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal  Atli Gregersen (L), Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson (88' Árni Frederiksberg), Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð (46’ Kaj Leo í Bartalsstovu) – Klæmint Andrasson Olsen (74’ Patrik Johannesen)

Áskðaratal: 19737

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder