Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið verða avgreiddar mikudagin, men longu í kvøld var lutakast í 3-2 um hvussu hálvfinalurnar skulu spælast.
Orsøkin til at lutakastið var í kvøld er stutta skotbráið. Longu leygardagin og sunnudagin verða hálvfinalurnar spældar, upplýsti Kristmund Johannesen, limur í kappingarnevndini hjá FSF, sum eisini trekti lut í sendingini.
Vinnararnir av Víkingi/TB - B36/AB skulu spæla í aðrari hálvfinaluni, meðan vinnararnir av NSÍ/Skála - 07 Vestur/HB spæla í hinari hálvfinaluni.
Hálvfinala 1
Víkingur/TB - B36/AB
Hálvfinala 2
NSÍ/Skála - 07 Vestur/HB
Sjálv finalan um løgmanssteypið verður leikt 5. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald