2019-07-08 20:53
Leikandi lætt fekk Guernsey stig meðan vit runnu aftaná og brendu nógv. Føroyska liðið í kurvabólti tapti í kvøld 76-31 móti Guernsey.
Í dag fekk ikki líka væl hjá føroyska kurvabóltsliðnum. Í gjár taptu vit 74-79 móti Jersey, men í dag var størri munur.
Føroyar royndu seg í kvøld ímóti Guernsey, sum í gjár tapti 63-71 móti Saaremaa. Tí høvdu teir okkurt at prógva, og føroyska liðið tapti við 45 stigum. Úrslitið gjørdist 76-31.
Í morgin er aftur torfør mótstøða, tá sterka liðið Saaremaa bíðar. Spælt verður í morgin 11:30 føroyska tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald