Eftir at City fyrst misti stig, og Liverpool síðani misti stig tvær ferðir, er uppaftur meira tætt heilt frammi í oddinum í Premier League, og spenningurin økist sum umførini minka.
Les eisini: Liverpool spældi aftur javnt
Í kvøld skal City dystast við Everton, har Manchester City hevur møguleika at leggja seg fram um hitt liðið úr Liverpool. Sambært Pep Guardiola eru tað tó als ikki bert tvey lið, sum stríðast um meistaraheiti:
"Eg havi ongantíð sagt, at Tottenham ikki er við og heldur ikki Chelsea. Eg havi ongantíð rokna nakað av liðunum í oddinum úti, og og United vinna hvørja viku, so teir eru eisini har og stríðast fyri Premier League-heitinum. Um Chelsea megnar at vinna nakrar dystir á rað, so eru teir avbjóðarar eisini. Gloppið er ikki so stórt.
Venjarin hjá City vísir eisini á, at nógv kann henda enn:
"Tað eru 39 stig at spæla um, so tá tú ert eini tíggju stig aftanfyri, so er tað ikki ov nógv. Serliga um hugt verður eftir, hvat tað er sum hendir í Premier League nú; øll eru til reiðar at taka stig. Fyri nøkrum døgum síðani søgdu øll, at vit vóru lidnir, og at Liverpool var meistari. Nú eru vit favorittar, og um tríggar dagar eru vit kanska oddalið ella sjey stig aftanfyri. "
Á tíðindafundinum opnaði Guardiola harvið upp fyri einum uppaftur tættari stríðið um meistaraheiti og rósti hinum oddaliðnum.
Fyrsta bríksl á Goodison Park ímillum Manchester City og Everton er klokkan 19.45 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald