Vár Erlingsdóttir Eidesgaard man eiga nógv gull samanlagt. Í kvøld vann hon tvey afturat til samlingina. Í 400m frí vann hon gull við tíðini 4:17.18, og í 50 metrum vann hon eisini gull við tíðini 26.11.
Signhild Joensen sum eisini vann gull í gjár gjørdi aftur um seg í dag, hesaferð gull aftur í 200 metrum rygg 2:11.24. Óli Mortensen syrgdi fyri einum gullheiðursmerki í 800 metrum frí við tíðini 8:09.94. Johan Nónskarð Dam var eisini á sigurskamlinum til 800 metrar frí, og fekk bronsu við tíðini 8:19.01.
Rólant Toftum svam seg til bronsu í 50 metrar firvald við tíðini 24.96. Og í 4x100 metrar frí stafettini fingu Føroyar bronsu.
Føroyar hava nú vunnið 12 gull, 2 silvur og 8 bronsur í svimjingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald