Annað

Gull, silvur og bronsa til føroysku fimleikararnar í DM

Úrslitini hjá fremstu mannligu fimleikarunum í Føroyum hava verið góð um vikuskiftið.

2022-06-26 18:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um vikuskiftið hava fremstu mannligu fimleikararnir í Føroyum luttikið í DM í amboðsfimleiki, og úrslitini vóru sera góð. 

Bjarki Johannesen úr Havnar Fimleikafelag vann gull í ringum og lop, og bronsu í beinsveiggj, rekk og all around. Í bólkinum U17 gjørdist hann samanlagt triðbesti fimleikarin í ríkinum.

Rani Allansson Dalsgarð vann gull í gólv, og Aron D. Jacobsen og Hjálmar Allansson Dalsgarð fingu ávikavist silvur og bronsu. Somuleiðis vann Rani gull í lop.

Við trimum gull heiðursmerkjum, tveimum silvur og einum bronsu heiðursmerki gjørdist Aron samanlagt besti fimleikarin í ríkinum hjá monnum í amboðsfimleiki.

Hinir luttakararnir úr Føroyum kláraðu seg eisini avbera væl og fingu eisini sera góð úrslit, hóast tað ikki rakk til heiðursmerkir hesaferð.

Fimleikararnir úr Havnar Fimleikafelag, sum hava luttikið í DM eru:
Rani Allansson Dalsgarð
Hjálmar Allansson Dalsgarð
Torleivur Christiansen
Teitur Karbech í Hjøllum
Bjarki Johannesen

Aron D. Jacobsen, sum í løtuni er búsitandi í Danmark, venur við danska felagnum Gefion.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder