
Sveinur Áslaksson úr Funningsfirði, Martin Johannesen úr Klaksvík og Ábraham Bjarnason av Viðareiði umboðaðu í síðstu viku Føroyar í Framerunning. Hetta var á altjóða kapping í Keypmannahavn.
Ábraham Bjarnason gjørdi veruliga bart og vann gull í 800 metrum, 400 metrum og 200 metrum. Í 100 metrum vann hann silvur. Harumfamt setti hann persónlig met.
Sveinur Áslaksson var við fyri fyrstu ferð í kapping. Hann rann 100 metrar við tíðini 00.25,24 og fekk eitt 5. pláss. Í 200 metrum rann Sveinur fyrst innleiðandi umfar við tíðini 00.54,44 og tryggjaði sær pláss í finaluni har hann fekk eitt 5. pláss við tíðini 00.54,98.
Martin Johannesen fekk gull í 400 metrum við tíðini 02.27,56 í sera tættari kapping. Í 200 metrum fekk Martin Johannesen gull við tíðini 01.06,36 og setti eisini persónligt met.
Frame Running er ítróttargrein sum er ment fyri at geva fólki við breki og balansutrupuleikum møguleika at íðka. Ítróttagreinin er væl egnað til m.a. fólk við CP, vøddasvinni, parkinson ella øðrum kropsligum avbjóðingum, ið gera at tey ikki kunnu renna við egnari megi.
Ein Framerunner er ein trýhjólað súkkla uttan pedalir, har íðkarin sparkar seg fram eftir breytini. Parasport Føroyar skipar fyri regluligum venjingum, og eigur súkklur til tey, ið ynskja at royna ítróttagreinina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald