Føroyar spældu í Estlandi leygarkvøldið, har tað endaði við 4-1 tapi. Síðani hevur hópurin ferðast yvir landamarkið til Lettlands, har lettar í kvøld taka ímóti á Daugava.
Føroyska liðið skal sum heild royna at vísa nakað enn leygardagin, tó at glottar vóru í 1. hálvleiki í Tallinn.
Sí eisini: Skulu royna at reisa seg í Lettlandi í dag
Talan er um ein bronsudyst í Baltic Cup, sum er ein venjingarkapping. Harvið hava Håkan Ericson og Eli Hentze blandað kortini nógv øðrvísi í dag. Hetta er eisini ein góður møguleiki hjá fleiri at fáa fleiri landsliðsroyndir.
Millum annað er miðverjan spildurnýggj: Arnbjørn Svensson kom inn móti Liktinstein - og skoraði - í mars, og Gullbrandur Øregaard spælir sín fyrsta A-landsdyst yvirhøvur. Jann Benjaminsne byrjar eisini inni á fyrsta sinni.
Føroyar: Bárður á Reynatrøð, Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson, Viljormur Davidsen (L), Pætur Petersen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic, Adrian Justinussen - Klæmint Andrasson Olsen.
Hildið verður fast í teimum trimum sentralu á miðvøllinum frá seinasta dysti, umframt málverja og liðformanni/vinstra bakki.
Venjaratoymið hevur sett liðið til dagsins dyst, har René Shaki Joensen er ein av teimum royndu, og ein av teimum ið heldur plássið (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Gullbrandur Øregaard spælir til dagliga í næstbestu norsku deildini. Nú skal 21-ára gamli miðverjin/miðvallarin spæla sín fyrsta A-landsdyst (Savnsmynd: Bjarni Enghamar)
FSF skrivar niðanfyristandandi um liðið í dag:
Tað verður meira ella minni eitt nýtt lið, ið Håkan Ericson, høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við monnum, og Eli Hentze, hjálparvenjari, senda á vøllin ímóti Lettlandi klokkan fimm seinnapartin
Undan dystinum í dag, samanborið við teir fyrstu ellivu, ið byrjaðu á vøllinum fyri trimum døgum síðani, hava venjararnir gjørt seks broytingar.
Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Arnbjørn Svensson og Viljormur Davidsen. Á miðvøllin vera Pætur Petersen, Hanus Sørensen, René Shaki Joensen, Stefan Radosavljevic og Adrian Justinussen, og fremsti maður á føroyska liðnum verður Klæmint Andrasson Olsen.
Á bonkinum sita Silas Eyðsteinsson, Ari í Haraldstovu Petersen, Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen, Aron Jarnskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Ragnar Samuelsen, Meinhard Olsen, Petur Knudsen, Patrik Johannesen og Jóan Símun Edmundsson.
Landsdysturin millum Lettland og Føroyar á Daugava stadion verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00, og kann síggjast beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping fyri at finna ein vinnara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald