Fótbóltur

Gullveitsla í Klaksvík - javnt í Gundadali

KÍ kemur upp á 56 stig.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-27 20:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í eina tíð eru nógv sum hava mett, at KÍ hevur vunnið FM, og eftir sigurin í kvøld man eingin ivi vera.

KÍ vann 2-0 móti NSÍ, og klaksvíkingar koma tó upp á 56 stig, og heili 10 stig eru niður til Víking, sum tó spælir í løtuni, og kann við sigri á EB/Streymi koma upp á 46 stig.

Í Gundadali var grannauppgerð millum B36 og HB á ávikavist triðja og fjórða plássi, og har samdust havnarliðini um javnleik.

KÍ - NSÍ 2-0 (0-0)
56’ Heini Vatnsdal 1-0
69’ Páll Andrasson Klettskarð 2-0

B36 - HB 2-2 (0-0)
50’ Hørður Askham 0-1
71’ Uros Stojanov 1-1
85’ Andras Johansen 2-1
90’ Hilmar Leon Jakobsen 2-2

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 56 stig (20 dystir)
2. Víkingur 43 stig (19 dystir)
3. B36 35 stig (20 dystir)
4. HB 34 stig (18 dystir)
5. NSÍ 32 stig (21 dystir)
6. 07 Vestur 20 stig (19 dystir)
7. B68 18 stig (19 dystir)
8. EB/Streymur 15 stig (17 dystir)
9. ÍF 12 stig (18 dystir)
10. TB 2 stig (17 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder