Fótbóltur

Gündogan avgjørdi FA Cup móti grannunum

Týski liðformaðurin hjá City skoraði tveir fluktarar í finaluni, sum møguliga var hansara síðsti dystur fyri felagið. Sjeyndi steypasigur og The Treble er málið næsta vikuskifti.

Ilkay Gündogan hevur her skorað skjóasta mál nakrantíð í einari FA Cup-finalu

Ilkay Gündogan hevur her skorað skjóasta mál nakrantíð í einari FA Cup-finalu

2023-06-03 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru grannarnir úr Manchester, sum hittust í FA Cup finaluni á Wembley. Hetta var nummar 142 í røðini í heimsins elstu steypakapping.

City var favorittur, og longu eftir 13 sekund var 1-0. Hetta er skjótasta málið í FA Cup finalu-søguni Langur bóltur varð sendur, og eftir nærdyst endaði hann tætt við Ilkay Gündogan. 32-ára gamli miðvallarin høgdi til fyrstu ferð, og bólturin fór sendandi í málið á vakran hátt.

United skuldi brúka eina løtu at koma fyri seg, men í 33. minutti javnaði Bruno Fernandes. United-liðformaðurin var ísakaldur við brotssparki.

Tað var tó liðformaðurin hjá City, ið avgjørdi uppgerðina. Hetta var eftir fríspark fimm minuttir inn í seinna hálvleik. Kevin De Bruyne legði fríspark snilt meira útfrá enn innfyri, og aftur var talan um heilfluktara hjá Gündogan. Hetta málið var ikki eins flott, men bólturin sníkti seg innum United-verjuspælara og David De Gea.

Liðið hjá Guardiola hevði annars fáa upplagdar málmøguleikar í dystinum, men tað hevði Manchester United eisini. Ov lítið bit var í liðnum hjá Erik Ten Hag, í mun til at svar aftur enn einaferð. Ein heilt spent støða var móti endanum, men tað endað 2-1 á Wembley.

Hetta var sjeyndu ferð í søguni, at Manchester City vann søguligu kappingini. Sigurin á grannunum í dag merkir eisini, at City næsta leygarkvøld kann tryggja sær The Treble við sigri á Inter í Champions League-finaluni.

FA Cup-finalan 2023
Leygardagin 03.06
Manchester City - Manchester United 2-1 (1-1)
1' Ilkay Gündogan 1-0
33' Bruno Fernandes 1-1
51' Ilkay Gündogan 2-1

Málini síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder