Víkingur Reykjavík vann sum væntað íslendsku steypafinaluna í kvøld. Favorittarnir løgdu seg á odda, tá 37 minuttir vóru spældir á Laugardalsvøllinum. Víkingur hevði yvirvág fyri steðgin, men nógvir møguleikar vóru ikki.
Í 72. minutti sá tað út til, at høvuðsstaðarliðið punkteraði finaluna við máli til 2-0. Tíggju minuttir seinni kom tó lív í aftur. Jóan Símun Edmundsson legði innfyri, og Ivar Arnason minkaði um munin.
Tveir minuttir seinni gjørdist tað tó 3-1. Júst innskifti 20-ára gamli Ari Sigurpalsson var málskjútti hjá Víkingi, sum vann íslendsku steypakappingini fyri fjórðu ferð á rað.
Gunnar Vatnhamar hevur verið við at vunnið Løgmanssteypið tríggjar ferðir. Nú er 28-ára gamli leirvíkingurin íslendskur steypavinnari, og Víkingur er ein sigur frá at vinna greipuna.
Gunnar spældi allar 90 minuttirnar í finaluni. Tað gjørdi Jóan Símun Edmundsson eisini. Pætur Petersen kom ikki á vøllin fyri KA, ið framvegis ikki hevur vunnið steypakappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald