Um ein mánaða verður íslendska steypafinalan í mansfótbólti. Áður hava føroyingar spælt steypafinalu í Íslandi, og í ár verður tað serstakt, í tann mun at føroyingar skulu spæla móti hvørjum um steypið.
Pætur Petersen hevði fyri stuttum stóran leiklut, tá KA vann á Klæminti Olsen og Breiðablik í hálvfinalu eftir brotssparkskapping. Nú er Jóan Símun Edmundsson lagdur afturat hópinum hjá KA Akuryri, og í gjárkvøldið gjørdist greitt, at felagið skal spæla finalu móti Víkingi Reykjavík.
Gunnar Vatnhamar spældi allar 90 minuttirnar í miðverjuni, tá Víkingur í gjár vann seg í steypafinaluni við 4-1 sigri á KR Reykjavík. Víkingur var á odda 2-0 eftir 18 minuttir, grannarnir javnaðu, tá ein tími var spældur, men Ari Sigurpálsson skoraði tvær ferðir seinastu tíggju minuttirnar.
28-ára gamli leirvíkingurin hevur vunnið nógvar steypafinalur við barndómsfelagnum Víkingi; nú kann hann skjótt eisini vinna steypakappingina í Íslandi.
Finalan millum oddaliðið í bestu íslendsku deildini og liðið av Akureyri verður 16. september á tjóðarleikvøllinum í Reykjavík.
Fótbóltur
Gunnar skal spæla íslendska steypafinalu - móti føroyingum
Víkingur vann seg í finaluna við 4-1 sigri á Reykjavík-grannum í gjárkvøldið. Gunnar Vatnhamar og liðfelagirnir bresta saman við Pætur Petersen Jóan Símun Edmundsson og KA.
Gunnar Vatnhamar (t.h) skal bresta saman við m.a. Jóan Símuni Edmundsson (t.v.) í steypafinalu (Savnsmynd: Sverri Egholm)
2023-08-17 15:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald