Fótbóltur

Gunnar Vatnhamar og Víkingur nærkast aftur deildarspæli

Føroyski miðverjin er aftur eftir stuttan skaðasteðg og spældi 77 minuttir, tá íslendsku meistararnir týskvøldið vunnu 2-1 á ísraelsku meistarunum í Champions League.

Landsliðsspælarin kann hava fleiri stórar evropeiskar upplivingar fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Landsliðsspælarin kann hava fleiri stórar evropeiskar upplivingar fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-22 09:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gekst væl hjá føroysku útisetunum, sum royndu seg í fyrru dystnum í 2. Champions League-undanumfarinum í gjár.

Áki Samuelsen varð tvífaldur málskjútti í fyrsta Champions League-dystinum hjá Mjällby - sum hevur annað beinið í 3. umfari - og Gunnar Vathamar og teir hjá Víkingi Fótbólti tóku eisini eitt fet móti tí og móti einum deildarspæli.

Video: Áki Samuelsen við flottum og søguligum málum

Hapoel Beer Sheva vitjaði í Reykjavík, har tað endaði 2-1.

Nikolaj Hansen skoraði til 1-0 eftir tríggjar minuttir í 2. hálvleiki, útiliðið javnaði tríggjar minuttir seinni, men fimm minuttir fyri leiklok tryggjaði danski áleyparin Víkingi gott útgangsstøði undan seinna dystinum við triðja máli sínum í ársins Champions League.

Tá 2-1 málið kom, var Gunnar Vatnhamar farin av vølli. 31-ára gamli leirvíkingurin fekk vøddaskaða undir upphitingini til fyrra dystin í 1. umfari og var harvið ikki við til at spæla Víking víðari móti ungarska Györ. Landsliðsmiðverjin spældi stóran hálvan tíma í landskappingardysti leygardagin og var á vølli 77 minuttir týskvøldið.

Landskappingardystur er á skránni móti Keflavík fríggjakvøldið, og í næstu viku skal arbeiði hjá Gunnari og teimum í 2. umfari í Champions League gerast liðugt. Um tað eydnast at spæla javnleik ella fáa betri úrslit í útdystinum, kemur oddaliðið og meistaraliðið úr Íslandi til 3. umfar og tryggjar samstundis eitt evropeiskt deildarspæl.

Gunnar Vatnhamar og Víkingur vóru í deildarspælinum í Conference League í 2024 og komu eisini víðari.

UEFA loyvir ikki liðum úr Ísrael at spæla í heimlandinum vegna spentu støðuna í økinum har, og seinni dysturin millum Víking úr Reykjavík og Hapoel Beer Sheva verður spældur í Ungarn ólavsøkudag, 29. juli klokkan 18.30.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder