Fyriuttan KÍ, sum spælir fyrra dystin í kvøld klokkan 19 við Djúpumýru, er Gunnar Vatnhamar føroyskt umboð í 1. umfari í Champions League.
29-ára gamli leirvíkingurin spælir við íslendsku greipuvinnarunum, sum í gjár tóku ímóti Shamrock Rovers á Víkingsvölli. Heimaliðið hevði stóra leikliga yvirvág og millum annað 17 hornaspørk móti einum hjá Shamrock, men einki skot á mál og harvið einki mál.
Útiliðið fekk reytt kort, tá tíggju minuttir restaðu í, men heldur ikki tá megnaði Víkingur Reykjavík at skora. Írar nøgdir við javnleik og teir hóttu sjálvdan málið hjá Víkingi. Gunnar Vatnhamar var eisini stinnur í miðverjuni, tá hann skuldi verja.
Føroyski landsliðsspælarin spældi allar 90 minuttirnar. Nú skulu Gunnar og lið hansara fyrireika seg til seinna dystin, sum verður í Dublin týsdagin 16. juli. Hann skal onkursvegna vinnast.
Síðsta summar sendu Klæmint Andrasson Olsen og Breiðablik, sum tá var íslendskur meistari, júst Shamrock út úr í 1. umfari í Champions League. Hetta var við tveimum sigrum.
UEFA Champions League 1. umfar
Týsdagin 9. juli
Víkingur Reykjavík (ÍSL) - Shamrock Rovers (ÍRL) 0-0
Reytt kort: Darragh Nugent, Shamrock (80. mín.)
Gunnar Vatnhamar: 90 minuttir
Yvirlit: mbl.is
Seinni dysturin verður spældur í Dublin týskvøldið 16/7 klokkan 20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald