NM í gonguløgum verður í Svøríki í august í ár, og í hesum sambandi verður ein nýggj mannagongd roynd, har m.a. ein landsliðssamskipari er settur, skrivar Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi.
Gunrid Hansen er nú sett sum landliðssamskipari hjá Ríðisambandi Føroya fyri 2026.
Gunrid Hansen er útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur royndir bæði í leiðslu og samskipan. Harafturat hevur hon eina útbúgving í rossa- og ríðiterapi, sum hon tók í 2017. Hon hevur undirvíst í ríðing, skipað fyri ríðilegum og er nationaldómari. Gunrid hevur riðið, síðani hon var smágenta og hevur bæði riðið kapp og kappast í gongulagskappingum ígjøgnum árini.
Landliðssamskiparin hevur í høvuðsheitum hesar uppgávurnar:
- Samskipa alt virksemi viðvíkjandi landsliðnum
- Vera liður millum landsliðið og Ríðisambandið
- Fylgja øllum reglugerðum og kørmum, sum FEIF ásetur (FEIF stendur fyri: International Federation of Icelandic Horse Associations)
- Vera toymisleiðari á staðnum til NM
At vera toymisleiðari við altjóða kappingar er rættiliga “høgguslokka-uppgáva”, sum m.a. umfatar at taka ímóti íðkarum og rossum, tá tey koma, fara á fundir á staðnum um mangt og hvat, syrgja fyri at øll eru kunnað um alt viðkomandi, sum fer fram á staðnum o.s.fr.
Hesin nýggi leisturin verður fyribils royndur til NM í ár – og so verður ein eftirmeting gjørd, tá ross og reiðfólk eru komin heim aftur, skrivar Ríðisambandið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald