Fyrstu dystirnir í Okkara-deildini eru leiktir.
Seinasta vikuskifti vann H71 greitt á Neistanum í dystinum um Lionsbikarið. Í dag spældi liðini fyrsta landskappingardystin, og hetta var eisini ein endurtøka av FM-finalunum í fjør. Har var H71 omaná eftir fimm finalur; í dag koppaðu hoyvíkingar aftur Neistanum.
Tey tíggju málini hjá Rasmus Søby vóru ikki nóg mikið hjá Neistanum
Teir bláu komu annars væl betri frá byrjan og vóru á odda í hálvleikinum. At missa Trónd Kragesteen, ið noyddist á sjúkrahús eftir skaða í alboganum, var tó ein smeitur. Seinni hálvleikur var sera javnur og spennandi, men móti endanum høvdu hoyvíkingar, ið eru stórfavorittar at vinna FM aftur í ár, meira ís í búkinum og avgjørdu dystin.
Hans Eli Sigurbjørnsson var ikki til at steðga í 2. hálvleiki í Kollafirði (Mynd: Sverri Egholm)
Í Kollafirði var tað rímiliga javnt í málríka fyrra hálvleikinum. Men í 2. hálvleiki skoraðu kollfirðingar heili 25 ferðir - av teimum skoraði Hans Eli Sigurbjørnsson 14 mál - og Team Klaksvík megnaði als ikki at fylgja við.
H71 - Neistin 31-29 (13-14)
Toppskjúttar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Rasmus Søby 10
KÍF - Team Klaksvík 43-25 (18-15)
Toppskjúttar: Hans Eli Sigurbjørnsson 16, Sámal á Tjaldrafløtti 11
Hondbóltur
H71 basti Neistanum
Kollfirðingar skoraðu heili 43 mál, Hans Eli Sigurbjørnsson 16 av teimum, og vunnu stórt á klaksvíkingum.
H71 vann við tveimum málum á Neistanum, tá finalistarnir í fjør hittust í 1. umfari (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-09-15 22:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald