Hondbóltur

H71 endaði ovast í grundspælinum

Mennirnir leiktu 18. umfar í dag. VÍF vann fyri triðju ferð á rað á Neistanum, og trý lið endaðu á 25 stigum.

H71 og VÍF vunnu í dag, og tað er góður møguleiki fyri, at tey hittast í hálvfinalunum. Hoyvíkingarnir hava vunið allar dystirnar á teimum gulu og bláu í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

H71 og VÍF vunnu í dag, og tað er góður møguleiki fyri, at tey hittast í hálvfinalunum. Hoyvíkingarnir hava vunið allar dystirnar á teimum gulu og bláu í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-17 22:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í grundspælinum í Okkara-deildini varð leikt í dag. Spenningur var ikki um hvørji lið komu víðari til hálvfinalurnar, men spenningur var um hvør edaði hvar.

VÍF hevur havt takið á Neistanum í ár, og vestmenningar sigraðu í Stórhøllini í dag. Teir í bláum skuldu annars bert hava eitt stig fyri at enda ovast eftir 18 umfør. Tað var javnt fram til miðskeiðis i 2. hálvleiki. So skoraði útiliðið fimm mál á rað, og so var ov seint hjá Neistanum at svara aftur.

H71 gjørdi sítt við at hølva Team Klaksvík av. Útiliðið hevur havt eitt ógvuliga trupult kappingarár og skoraði í dag bert seks mál fyri steðgin. Hoyvíkingar vunnu við 21 málum og sleppa nú at velja hvørjum liðið teir møta í hálvfinalunum. 

Kyndil kundi bert enda á 4. plássinum. Teir grønu endaðu væl við tryggum sigri á
StÍF. Fyrri hálvleikur var javnur, men í 2. hálvleiki trekti heimaliðið veruliga frá.

H71 skal nú velja sær eitt mótstøðulið til hálvfinalurnar. Hini bæði liðini hittast í hinum. Tað verður helst kunngjørt í morgin hvør spælir ímóti hvørjum, og fyrru hálvfinalurnar verða helst leiktar mitt í komandi viku. Trý tey niðastu liðuni spæla heima og úti ímoti hvørjum øðrum í innanhýsis kapping. 

H71 - Team Klaksvík 33-14 (16-6)

Toppskjúttar: Vilhelm Poulsen 6, Sámal á Tjaldrafløtti 5


Neistin - VÍF 23-30 

Toppskjúttar: Høgni Zachariassen og Rasmus Søby 7, Filip Jojic 7

Toppskjúttar: 

Kyndil - StÍF 33-18 (13-10)

Toppskjúttar: Rógvi Dal-Christiansen 7, Pætur Johansen 8


Endaliga støðan eftir 18. umfør: 
H71 25
Neistin 25
VÍF 25
Kyndil 21
-----------
KÍF 18
StÍF 10
Team Klaksvík 2

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder