Hondbóltur

H71 er aftur føroyameistari

Hoyvíkingar avgjørdi longu finalurøðina í sannførandi stíli á heimavølli.

Hoyvíkingar kundu fegnast um triðja FM-heitið á rað (Mynd: Sverri Egholm)

Hoyvíkingar kundu fegnast um triðja FM-heitið á rað (Mynd: Sverri Egholm)

2019-04-27 21:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fýra finalur har liðini vunnu á heimavøllunum hjá hvør øðrum, skuldi FM-heitið í Okkara-deildini avgerast í Hoyvíkshøllini í kvøld. Tað var stúgvandi fult av áskoðarum, ið veruliga settu sín dám á. H71 vann 2. Páskadag í Høllini á Hálsi eftir ein frálíkan seinna hálvleik í fjórðu finaluni. Neistin kundi annars havt avgjørt FM mánadagin, og at smeiturin at tapa tí finaluna á heimavølli framvegis hevur ávirkan, var tað nakað ið bendi á í kvøld. Tað var íhvussu er týðiligt, hvat lið var betri í kvøld, og sum tyktist meira mentalt til reiðar til avgerandi dystin. H71 snøgt sant vant burturúr Neistanum og er FM-vinnari triðja árið á rað og fyri fimtu ferð samanlagt - fyrstu ferð var í 2009.

Tað var munur á frá byrjan. Neistin skoraði ikki fyrstu fimm minuttirnar, og tað var eitt tema; serliga í 1.hálvleiki. Verjan hjá H71 kom væl út at takkla í flestu álopunum og fekk álopspartin hjá Neistanum at arbeiða ógvuliga hart fyri at skora. Í málinum hevði Ári Dam hevði ein frálíkan dyst. Hann tók yvir helvtina av skotinum fyri steðgin og helt fram eftir steðgin. Fyrrverandi Neista-leikarin tók broddin av skjúttunum hjá Neistanum; øllum uttan vinstra bakkinum Tróndi Mikkelsen sum hevði ein góðan dyst. Harafturat gjørdi Neistin óvanliga nógvar tekniskar villur. Fleiri bóltar vórðu blakaðir burtur ígjøgnum dystin, álopsfeilir varð gjørdir nakrar ferðir, og so vórðu teir bláu eisini dømdir fyri álopsfeil í fleiri førum.

H71 hevði hinvegin væl meira flog yvir sínum álopsspælið og fekk nógv góð mál. Á báðum liðum hava nógvir leikarar melda seg inn í ymisku finalunum, men í dag var tað heilt greitt hoyvíkingar, ið høvdu meira streingir at spæla uppá. Peter Krogh var ikki so nógv inni, men leikarar sum bakkarnir Hilmar Leon og Vilhelm gjørdu sítt, og serliga Pætur Thomsen var eyðsýndur og tryggur av høgra vongi. Leikararnir á heimaliðnum tyktust at hava nógv sjálvsálit, og H71 hevði eina leiðslu uppá 6-7 mál seinastu løtuna av 1. hálvleiki. 

Sí myndir frá finaluni her

Tað eydnaðist ikki hjá Neistanum at gera tað spennandi í 2. hálvleiki. Jeppe Borch royndi millum annað at spæla við álopskendari verju, har bakkarnir hjá H71 vóru tiknir næstan heilt úr spælinum. Álopsspælið gekk eitt vet betur, men tað var til dømis ikki dagurin hjá Tróndi Kragesteen, og tað eydnaðist so at siga ikki at spæla Rasmus Søby upp. Danin fekk reytt kort stórar tíggju minuttir fyri leiklok, tá hann fekk sína triðju útvísing, og hetta tíðarskeiðið skoraðu hoyvíkingar fýra mál á rað og avgjørdu av álvara dystin.

Seinastu minuttirnar var lítið skil á spælinum, og tað snúði seg so at siga um at fáa dystin lidnan. Tað var veruligur FM-rómur á hoyvíkingum í høllini, og dysturin gjørdist ongantíð av álvara spennandi. H71 gjørdist føroyameistari í 2017 og 2018 og tryggjaði sær uppiborið enn eitt av slagnum. Talan var tó um eina spennandi røð av finalum, og Neistin hevur havt eitt gott kappingarár, har teir í bláum hava vunnið steypakappingina. Í dag var tó ikki dagurin hjá Neistanum. 

Hetta var seinasti dysturin hjá høvuðsvenjarunum. Jeppe Borch og Sonni Larsen fara báðir niður til Danmarkar til nýggjar venjarauppgávur. Danirnir koma tó framvegis at standa á odda fyri A-landsliðunum. Sonni vann FM øll síni trý ár sum venjari hjá besta mansliðnum hjá H71, og hann slapp at lyfta steypið, sum H71 nú vann til ognar. 

5. FM-finalan í Okkara-deildini
H71- Neistin 30-20 (14-8)  
Toppskjúttar: Pætur Thomsen

Dystargongdin:
5.min: 3-0
10.min: 5-2
15.min: 8-4
20.min: 10-4
25.min: 12-6

35.min: 17-11
40.min: 19-13
45.min: 21-16
50.min: 25-16
55.min: 26-19

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder