Hondbóltur

European Cup: H71 er aftur við í ár

Kvinnurnar skulu spæla ímóti Cabooter úr Niðurlondum um mánaðarskifti september-oktober. Menninir spæla móti bosniska Konjuh miðskeiðis í oktober. Roynt verður at fáa hesafer fýra-dystirnar til Føroyar.

Eins og seinastu árini, skulu bæði menninir og kvinnurnar úr Hoyvík spæla í European Cup (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eins og seinastu árini, skulu bæði menninir og kvinnurnar úr Hoyvík spæla í European Cup (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-22 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

StÍF tekur nú fetið út við mansliðnum, og sum vant verður H71 við í European Cup við bæði mans- og kvinnuliðnum.

Soleiðis hevur verið síðani 2021 - menninir vóru fyrstu ferð við í 2019.

Menninir hjá H71, sum eru steypavinnarar, skulu spæla móti RK Konjuh úr Bosnia. Hetta verður vikuskifti 12.-14. oktober ella vikuskifti eftir tað.

Hoyvíkskvinnur eru føroyameistarar. Tær fingu í lutakastinum mótstøðu úr Niðurlondum: Cabooter Fortes Venlo. Teir báðir dystirnir verða spældir síðsta vikuskifti í september ella tað fyrsta í oktober.

Ilt er at meta um, júst hvussu styrikismunurin er, men H71-liðini burdu havt ein góðan møguleika at spæla seg víðari.

Føroysku feløgini byrja í 2. umfari í triðsterkastu evropeisku kappingini. Her er vanligt, at liðini spæla báðar dystirnar sama vikuskifti - í somu høll.

Samráðingar eru í gongd nú. Sum altíð roynir H71 at fáa báðar dystirnar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder