Mótstøðuliðið hjá H71 kvinnum í European League verður sveitsiska felagið Spono Eagles, ið regluliga hevur verið við í EHF-kappingum síðani í 90-unum.
Lutakastið um, hvussu spælast skal í triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini hjá kvinnum var fyri løtu síðani, og har trekti H71 sveitsiska mótstøðu, Spono Eagles, ið hevur munandi fleiri royndir enn føroyska liðið.
Soleiðis sum lutakastið háttaði seg, eigur sveitsiska liðið heimavøll í fyrra dystinum, sum skal spælast vikuskiftið 13./14. november og H71 heimavøll í tí seinna vikuskiftið 20./21. november.
H71 skrivar á heimasíðuni, at felagið helst fer at gera eina roynd at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum, eins og gjørt var í undanfarna umfari, tá spælt var ímóti liði úr Norðurmakedónia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald