H71 hevur gjørt avtalu við Sofie Søberg Larsen um at spæla fyri H71 kappingarárið 2019/20.
Sofie, sum verður 23 ár nú fríggjadagin, er lám og spælir vanliga á høgra bakki. Sofie kom til Føroya undan seinasta kappingarári, tá hon spældi við Neistanum.
- Vit í H71 eru sera fegin um avtaluna við Sofie, og vit vóna, at hon kann vera við til framhaldandi menningina av kvinnuhondbóltinum í Hoyvík. Umframt at spæla við besta kvinnuliðnum, so verður Sofie eisini venjari hjá gentuliðum, sigur H71 á heimasíðu sínari í dag.
(Mynd: H71)
Landskappingin hjá kvinnunum er nú, eftir at VB er komið við aftur, víðkað til sjey lið. Leisturin verður tí tann sami sum hjá monnunum, har fýra tey fremstu, eftir grundspælið, skulu spæla hálvfinalur um at sleppa at spæla FM finalur.
- Vit vænta, at Sofie kann styrkja okkara lið bæði í verju og álopi, og vónin er, at vit í øllum førum kunnu røkka hálvfinalunum í bæði steypa- og landskappingini, sigur Einar Jónsson, høvuðsvenjari hjá H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald