Kyndil royndi at hanga í og hevði eina góða løtu móti endanum av fyrra hálvleiki. Í steðginum var munurin eitt mál, men H71 var samanlagt bara omaná og økti upp í sjey mál fyrstu 12 minuttirnar av seinna hálvleiki.
So var sum so leyst og liðugt. Kyndil fekk sjálvdan tálmað álopsspælinum hjá heimaliðnum, sum skoraði 34 mál. Tað vóru Jana Mittún og Maria Halsdóttir Weyhe - sum so ofta fyrr - sum gingu á odda. Lukka Arge, ið eisini stóð seg væl í miðverjuni, var ísakøld uppá brotskøst. Har hevði Jovana Strajanac annars gott tak á sunnudagin, tá Kyndil vann seg í finaluna móti Neistanum.
Síðstu løtuna skiftu liðini rímiliga nógv út og tyktust at hava finalu nummar tvey í huganum. Hon verður í Høllini á Hálsi mikukvøldið (klokkan 19.30). Liðið, sum fyrst vinnur tríggjar finalur, gerst føroyameistari.
FM-finalur í SMS-deildini, finala nummar 1
Í dag, 29. apríl - Hoyvíkshøllin
H71 - Kyndil 34-25 (15-14)
Toppskjúttar:
Turið Arge Samuelsen 10 mál, Nadja Pejovic 8 mál,
Jana Mittún 8 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 6 mál
Sí dómaraseðil her
Hondbóltur
H71 fekk frálíka byrjan í FM-finalunum
Hoyvíkskvinnur vunnu við níggju málum í kvøld, og var tað serliga í byrjanini av seinna hálvleiki, at H71 dró frá Kyndil.
Jana Mittún var toppskjútti hjá H71, og Kyndil hevði torført við at steðga henni - eisini í samspælinum við hinar (Savnsmynd: Sverri Egholm)
2023-04-29 19:52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald