
Hóskvøldið vann H71 greitt á VÍF í triðju og avgerandi hálvfinaluni, og í dag vann H71 við fimm málum í fyrstu FM-finaluni, sum var á Hálsi.
Síðani júst H71 vann greipuna í 2023, hevur Kyndil verið einaráðndi í føroyskum kvinnuhondbólti. Liðið vann so at siga allar dystirnar í 2023/2024, har tað endaði við greipuni.
Eisini í 2025 hevur Kyndil vunnið steypakappingina, og fram til í dag hevði vunnið allar sínar dystir í kappingarárinum. Men nú gekk ikki meira.
Julian við á bonkinum hjá Kyndli - taktiskt snildni og ágangandi/álopskent verjuspæl hjá H71
Á bonkinum hjá Kyndli í dag var eitt kent navn í felagnum og í føroyskum hondbólti: Julian Johansen. Hann hevur annars einki havt at gera við kvinnuliðið hjá Kyndli í ár, men vegna ymiskar ósemjur hevur Bárður Johannesen ikki verið hjálparvenjari seinastu tíðina.
Harvið vóru tað Sophus Dal Christiansen og Julian, har síðstnevndi millum annað sást taka ein stóran leiklut í leikbráum.
Hinumegin sást Gilli Lorenzen og Helgi Hildarson Hoydal hinumegin høvdu eina greiða verjuætlan - og tað sást, at tað órógvaði Kyndil. Venjararokada var eisini í Hoyvík tíðliga í mars, tá Helgi varð lagdur afturat Gilla í venjaratoyminum, sum avloysara hjá Mattias Rettig.
Julian Johansen stóð sum "B" á dómaraseðlanum til dagins dyst. Hann var í eina tíð hjálparvenjari á manslandsliðnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
H71-kvinnur og Gilli Lorenzen, venjari fegnast her í sienastu hálvfinaluni. Har var eisini nógv at fegnast um í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Hyggjuráðini hjá hoyvíkingum í verjupartinum í kvøld var, at blaðunga Elida Joensen spældi sum eitt'ari. Hon var álopskend, frammanfyri hinar fimm umframt málverja hjá H71, og órógvaði spælið hjá Kyndli. Millum annað at so nógv ferð ikki kom á spælið hjá teimum í grønum.
Hetta eydnaðist væl hjá Elidu, og tað órógvaði heimaliðið størsta partin av dystinum. Nadja Pejovic spældi ikki stóran leiklut, Natasja Hammer kom ikki heilt inn í dystin, og tað sást, at Turið Arge Samuelsen ikki er í hægsta gervi aftur eftir skaðan. Bára Krossteig Hansen tók ábyrgd í nógvum førum, men nógvar tekniskar villur settu sín dám á spælið hjá Kyndli gjøgnum dystin - millum annað tí at H71 órógvaði væl. Rúna Jógvansdóttir Larsen hevði eisini fleiri góðar løtur í málinum.
Góður fyrimunur hjá H71
Tað var annars javnt leingi í dystinum. Soleiðis var størsta partin av 1. hálvleiki, men H71 fór eitt sindur frá síðstu løtuna fyri steðgin. Soleiðis var eisini, tá níggju minuttir vóru eftir. Tá hevði Kyndli vunnið seg væl inn á H71 aftur, og tað var 21-21. Men so skoraði H71 fýra av teimum næstu fimm málunum við sannførandi álopsspæli og kaldleika. Farið varð yvir til 7 móti 6, og so varð tað ikki tættari enn tvey mál aftur.
Í løtum hevði Kyndla-verjan og Jovana Stanjanac tamarhald á, men hjá hoyvíkskvinnum var væl býtt upp viðvíkjandi málskjóting, og tað er 1-0, áðrenn finalurøðin fer til Hoyvíkar mikukvøldið. Fyrsta liðið til at vinna tríggjar finalur verður føroyameistari.
Fyrsta FM-finalan í SMS-deildini
Sunnudagin 27. apríl í høllini á Hálsi
Kyndil - H71 24-29 (11-13)
Toppskjúttar: Bara Krossteig Hansen og Inga Maria Roysdóttir (Kndil) 6 mál, Elsa Egholm og Maria Halsdóttir Weyhe 5 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald