
H71 hevur veruliga gjørt bart higartil, meðan Kyndil als ikki hevur verið uppi á sínum vanliga stigi.
Hetta kann staðfestast eftir tvær FM-finalur hjá kvinnum eru spældar, og alt meira bendir á, at hoyvíkskvinnur fara "at taka føroyameistaraheitið aftur frá Kyndli". H71 vann tað í 2022 og 2023, áðrenn Kyndil gjørdist einaráðandi.
Tær grønu vóru ósigraðar í yvir eitt hálvt ár undan sunnudegnum. Kyndil hevur vunnið øll trý tey seinastu stóru steypini og fýra av teimum seinastu fimm (steypakappingar og FM 2023-2025), men nú stendur á gomlum nøglum.
Í fyrra hálvleiki í dag hekk ógvuliga nógv á Báru Krossteig Hansen í álopinum, og spældi hon eisini heilt væl. Teknisk mistøk kostaðu tó nógv hjá Kyndly, har H71 aftur órógvaði ógvuliga væl við sínari 5-1 verju. Blaðunga Elida Joensen var fremst, og aftur var ætlanin og útinnanin, í mun til at tálma álopsspælinum hjá gestunum, góð.
Turið Arge Samuelsen spælir, men nummar 33 er ikki komin so mikið fyri seg, at hon fær koyrt á sum vant - og nakað væl frá tí. Hjá H71 hevur tað hepnast heilt væl at havt Elidu Joensen, nummar 88, sum álopskendan verjuspælara í finalunum (Mynd: Sverri Egholm)
Í verjuni fekk Kyndil tað ikki at koyra fyrrenn seinastu minuttirnar fyri steðgin, tá leiðslan hjá H71 eisini tódnaði nakað. Í 2. hálvleiki hevði Jovana Stanjanac so mikið nógvar bjargingar, at: 1) Kyndil helt seg inni í dystinum 2) at H71 varð nervað nakað.
Álopsspælið hjá heimaliðnum var annars ógvuliga flótandi fyri steðgin, har millum annað Elsa Egholm skoraði væl av høgra bakki, og har Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe var í hopla í løtum. Hon gjørdist eisini toppskjútti við níggju málum.
Anna Elisabeth Weyhe við einari atsókn - hon vísti seg veruliga væl fram í dag; millum annað í fintuspælinum (Mynd: Sverri Egholm)
Tíðliga í 2. hálvleiki var H71 av álvara á veg avstað. Tað var 20-14 eftir nærum seks mál og fýra H71-mál á rað: Aftur hvasst spæl og góðar støður í øllum pørtum av spælinum - Alda av Skarði átti eisini nakrar bjaringar hesa løtuna, og unga Lea Brockie spældi væl á vinstra vongi.
Síðani kom Bjarta Johansen av álvara í gongd í bæði álopi og verju. Royndi strikuspælarin skoraði heili níggju mál seinastu 23 minuttirnar. Kyndil gagnnýtti, at H71 fór eitt sindur høgt í nøkrum støðum,og Bjarta gjørdi bart. Saman við tí at Inga Maria Roysdóttir spældi væl á vinstra bakki og omanfyrinevndu bjargingar hjá Jovanu, gjørdi hetta, at Kyndil kom nærri seinasta fjórðingin.
Mynd: Sverri Egholm
Men, sum ein góð mynd uppá dystin, brendi Kyndil, tá man kundi javnað til 26-26, og H71 var í yvirtali. Síðani fann Maria Halsdóttir Weyhe væl Sáru Jacobsen á strikuni, og í næsta álopinum gjørdi Inga Maria Roysdóttir tekniskt mistak. Hetta avgjørdi tað ikki endaliga, men spenningur kom ikki í aftur.
Hjá Kyndli skal man aftur royna at finna nýggjar loysnir. Órógvið kring liðið hevur heilt víst gjørt sítt, og hóast Turið Arge Samuelsen spælir so at siga fulla tíð og fær okkurt gott mál inn ímillum, so er tað eyðsæð, at hon er langt frá at vera 100 prosent. Nadja Pejovic spældi heldur ongan veruliga leiklut í dag, og yvirskotið var als ikki har hjá teimum á útiliðnum.
H71 vann aftur uppiborið og kann tryggja sær FM-heitið við sigri á Hálsi leygardagin.
Sí fleiri myndir frá dystinum her
2. FM-finalan hjá kvinnum
Hoyvíkshøllin, mikudagin 30. apríl
H71 - Kyndil 29-26 (16-13)
Toppskjúttar: Bjarta Johansen 11 mál (Kyndil), Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 9 mál og Elsa Egholm 6 mál (H71)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald