Evropeiska hondbóltssamgongan EHF hevur júst havt lutakast fyri, hvussu spælast skal í fyrsta umfarinum í kappingini EHF European Cup fyri kvinnur.
European Cup er í hondbóltssamanhangi tann triðja altjóða kappingin eftir Champions League og European League.
50 lið vóru í pottunum til lutakastið hjá kvinnunum, harav eitt teirra var H71 úr Hoyvík, sum vunnu bronsu í føroysku hondbóltskappingini fyri kvinnur í ár.
H71-kvinnurnar skulu møta liðinum úr Norðurmakedonia, sum kallast WHC Cair-Skopje úr høvuðsstaðnum Skopje.
Sambært upplýsingunum á heimasíðuni hjá EHF, spælir hetta liðið sínar heimadystir í stóru høllini Arena Boris Trajkovski í Skopje, sum er tann størsta í makedonska høvuðsstaðnum, og eisini verður brúkt til landsdystir hjá hondbóltslandsliðunum.
Tá H71 hevði manslið sítt við í evropeiskum hondbólti í 2019, eydnaðist tað føroyska felagnum at fáa báðar dystir lagdar í Føroyum, og sum skilst ætlar felagið eisini at gera eina roynd at skipa tað soleiðis í ár.
Dystirnir í fyrsta umfari í hesi kappingini 13./14. og 20./21. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald