Hondbóltur

H71 og VÍF í gongd við sigrum

VB spældi sín fyrsta dyst aftur í bestu deildini, og eina løtu í 2. hálvleiki var púra javnt í dystinum móti VÍF.

Hoyvíkskvinnur og vestmannkvinnur byrjaðu við tveimum stigum - Agnas Olsen ið her roynir at steðga Mariu H. Weyhe skoraði 11 ferðir í Vági (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hoyvíkskvinnur og vestmannkvinnur byrjaðu við tveimum stigum - Agnas Olsen ið her roynir at steðga Mariu H. Weyhe skoraði 11 ferðir í Vági (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-15 20:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í SMS-deildini eru leiktir.

Tað byrjaði í Hoyvík, har heimaliðið kom á odda beinanvegin og hevði munin allan vegin. Neistin hevði stórar trupulleikar við at skora í 1. hálvleiki og  megnaði ongantið heilt at hótta sigurin hjá hoyvíkskvinnum.

Í høllini í Vági var aftur dystur í fremstu røð. VÍF vitjaði, og nógv broytta liðið úr Vestmanna var í dag uttan Liljan Müller (f. Djurhuus). Agnas Olsen tók sær tó av heili 11 málum, og systurin Ingjbørg skoraði seks mál fyri VÍF. Eftir at útiliðið var omaná í 1. hálvleiki, kom VB væl innaftur, og í 41 minutti kom heimaliðið uppá javnt. Sìðani fylgdust liðini í nakrar minuttir, men seinastu løtuna varð málið hjá VÍF stongt, og tað endaði við einum seks-máls sigri.

SMS-deildini - 1. umfar
15.09: 

H71 - Neistin 22-19 (12-7)
Toppskjúttar: Marita Mortensen 6, Ingunn Kristina Persson 5

VB - VÍF 21-27 (9-13)
Toppskjúttar: Rúna M. Jacobsen 7, Agnas Olsen 11

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder