2019-11-17 17:59
Fult umfar er á skránni í Okkara deildini hjá monnum í dag.
Í Høllini í Vestmann tók Vík ímóti KÍF. Vestmenningar vunnu dystin 36-29, eftir hálvleiksstøðuna 16-14.
Í høllini á Hálsi tók Kyndil ímóti H71. Her vunnu hoyvíkingar ein greiðan 26-34 sigur, eftir at teir í steðginum vóru á odda 11-16.
Klokka 20.00 verður seinasti dystur hetta umfarið tá Neistin tekur ímóti STÍF.
Okkara deildin:
VÍF – KÍF 36-29 (16-14)
Toppskjúttar:
Nicklas Selvig 13
Jóhan í Garðastovu 10
Kyndil – H71 26-34 (11-16)
Toppskjúttar:
Hjalti Mohr Jacobsen 13
Klokkan 20.00
Neistin – STÍF
Støðan:
H71 14 stig
VÍF 12 stig
STÍF 11 stig
KÍF 9 stig
Neistin 8 stig
Kyndil 4 stig
Team Klaksik 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald