2021-10-22 08:51
Ferðaliðið við H71 monnum, sum um vikuskiftið spælir returdyst ímóti norska felagnum Drammen HK í European Cup, er í morgun farið undir ferðina til Noreg.
H71 fekk eitt gott úrslit í fyrra dystinum, sum varð leiktur í Høllini á Hálsi síðsta leygardag. Hoyvíkingar vóru part av dystinum á odda, men taptu dystin tepurt 24-22.
(Mynd: Sverri Egholm)
Sostatt er einki avgjørt áðrenn undan returdystinum, sum verður í Drammen, nærhendis norska høvuðsstaðnum Olso, sunnudagin klokkan 14.
Sí eisini: Myndir: Loyptu hvøkk á norðmenn
(Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald