Hálvan tíma eftir at EM-undankappingardystinum hjá Føroyum í Póllandi fór í gongd, barð brikslað í gongd í Hoyvíkshøllini, har fyrsti dystur í 3. umfari í Okkara-deildini var á skránni. Talan var um dyst millum einastu liðini við fulum stigatali undan dystinum, og tað tykist heldur løgið, at dysturin varð leiktur hetta tíðspunkti.
Íhvussu er og ikki; H71 var omaná frá byrjan. Eftir 12 minuttir var 8-2, og StÍF komu ongantíð heilt tætt uppá. Munurin í hálvleikinum var níggju mál - tá tað kom samanum, var hann 14.
H71 var uttan stórtalentið Elias Ellefsen á Skipagøtu. Peter Krogh var heilt stóri maðurin hjá heimaliðnum við 12 málum.
Okkara-deildin, 3. umfar
Hoyvíkshøllin, 25. september
H71 - StÍF 31- 17 (17-8)
Toppskjúttar: Peter Krogh 12 mál, Sveinur Justinussen 6 mál
Hondbóltur
H71 setti StÍF uppá pláss
Hoyvíkingar settu eina feita striku undir sína styrki í fyrsta oddadystinum í Okkara-deildini higartil við at vinna við 14 málum..
Peter krogh var í hopla í kvøld við 12 málum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-09-25 23:57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald