Hoyvíkingar hava seinastu árini staðið seg væl í evropeisku kappingini - serliga kvinnurnar. Nú hevur stór frágongd verið, og hóast H71-kvinnurnar spældu væl í seinna dystinum í Italia í síðsta mánaða og vunnu hann 35-32, so er H71 ikki í 2. umfari í European Cup hjá kvinnum.
Felagið er umboðað har hjá monnum. H71 er sum føroyameistari beinleiðis í 2. umfari, og har skulu hoyvíkingar spæla tveir dystir móti kroatiskari móttstøðu.
Báðir dystirnir millum H71 og Trogir verða spældir í Kroatia. Tann fyrri er á skránni í kvøld klokkan 18.30. Tann seinni verður fríggjakvøldið - sama tíðspunkt.
Tað er altíð ilt at siga, júst hvørja mótsstøðu talan er um, tá slíkir dystir verða spældir. Útfrá broytingunum í hópinum hjá H71, við einum nógv minni royndum liði, og tá tað er móti einum liði úr kroatiskum hondbólti á útivølli, so verður tað í øllum førum ógvuliga torført.
Kroatiska kappingin er í løtuni í tveimum pørtum við átta liðum í hvørjum. Trogir er á 5. plássi í sínum bólki eftir fimm umfør. Liðið hevur trý stig. Hetta merkir, at mótstøðuliðið hjá H71 í løtuni er nummar 10 av 16 í Kroatia - væl frá stórveldunum Nexe og RK Zagreb.
Tað ber ikki til at finna odds á dystin, men heimaliðið má metast sum favorittur. Stroyming verður møguliga tøk í kvøld. VÍF spælir eisini tveir útidystir í 2. umfari hesa vikuna - teir eru á skránni í Luksemborg í vikuskiftinum.
Les eisini: Nógvir evropeiskir dystir næstu dagarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald