Í fyrsta umfari í European Cup spældu menninir hjá Neistanum og Team Klaksvík. Bæði føroysku feløgini taptu sínar dystir rímiliga greitt samanlagt: Neistin móti ísraelskari mótstøðu í Høllini á Hálsi og Team Klaksvík í søguligum dystum í Bosnia.
Í hesari vikuni er annað umfar á skránni, og aftur skulu tvey føroysk lið royna seg. Hesaferð eru tað mansliðini hjá H71 og VÍF. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli - tveir hvør.
Greipuvinnararnir úr H71 møta MRK Trogir úr Kroatia. Dystirnir verða spældir í býnum Trogir mikudagin og fríggjadagin. Báðar dagarnar verður spælt klokkan 18.30 føroyska tíð, upplýsir Hondbóltssambandið.
VÍF skal spæla ímóti Handball Esch úr Luksemborg. Dystirnir eru á skránni leygardagin og sunnudagin, 14/10 og 15/10. Báðar daganar verður bríkslað í gongd klokkan 18 føroyska tíð.
Tað kann metast, at VÍF, ið vann grundspælið í fjør og ikki hevur so nógvar broytingar á liðnum, hevur ein størri møguleika á pappírinum enn hoyvíkingar. H71 hevur eitt yngri lið nú, har fleiri profilar frá seinnu árunum eru burtur.
Hoyvíkingar hava spælt nógvar evropeiskar dystir seinnu árini - her á heimavølli móti Drammen. Nógvir spælarar, sum hava myndað liðið hesi árini, er ikki har nú (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald