Fótbóltur

H71 skal verja steypið móti Kyndli ella StÍF

Hoyvíkingar vunnu 2-0 í hálvfinalum móti VÍF - hjá havnarmonnum og eysturoyingum verður neyðugt við einari triðjari finalu mikukvølið.

Annað av finaluliðunum í Burn-deildini er funnið. Hoyvíkingar vunnu við fýra málum í báðum hálvfinalunum á VÍF (Mynd: Jens Kr. Vang)

Annað av finaluliðunum í Burn-deildini er funnið. Hoyvíkingar vunnu við fýra málum í báðum hálvfinalunum á VÍF (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-04-14 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 tók av møguleikanum og avgjørdi hálvfinalurøðina móti VÍF í Vestmanna í gjárkvøldið. Eins og í fyrstu hálvfinaluni, sum var í Hoyvík hóskvøldið, vann H71 við fýra málum. 

Steypavinnararnir fóru frá í 2. hálvleiki og skulu nú verja FM-heitið. Fyrsta finalan verður leygardagin.

Sí meira um dystin í Vestmanna her

Sí eisini: Myndir: H71 vann seg í finaluna

[object Object]H71 hevði aftur yvirtakið móti VÍF (Mynd: Jens Kr. Vang)

Finalan verður móti Kyndli ella StÍF. StÍF vann fyrstu hálvfinaluna við fýra málum - hon var á Skála hósdagin. 

Á Hálsi í gjár var tað Kyndil, sum vann við fýra málum. Álopsspælið koyrdi væl betri enn á Skála, og serliga Tobias Thisen (11 mál) gekk á odda. 

Sí dómaraseðil her

Harvið skulu Kyndil og StÍF spæla eina triðju og avgerandi FM-hálvfinalu á Hálsi mikudagin klokkan 18.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder