Hondbóltur

H71 tapti í Klaksvík

VÍF økti um leiðsluna í oddinum við sigri á Neistanum. Kyndil vann greitt á StÍF.

Mina Sirdal og Stjørnan bastu H71 í dag
(Mynd: Sverri Egholm)

Mina Sirdal og Stjørnan bastu H71 í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2018-12-16 17:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar var í SMS-deildini seinnapartin. Dystur í oddastríðnum var í Vestmanna, har VÍF vann. Sigurin ber við sær, at munurin niður til Neistan og nummar tvey gerst størri. H71 tapti í Klaksvík, og tí hava hoyvíkskvinnur trý stig upp til VÍF; Stjørnan kann framvegis koma í topp-fýra. 

Greipuvinnarin legði frástøðu til Neistan í dag, tá ið tær á heimaliðnum fingu stegðað teimum bláu at skora. Neistin kom á odda við tveimum málum miðskeiðis í 1. hálvleiki, men skoraði so ikki aftur í næstan eitt korter. Tað útnyttaði heimaliðið til at byggja sær eina leiðslu, og í hálvleikinum var munurin fýra mál.

Útiliðið hekk fast ein part av 2. hálvleiki, men so rann VÍF avstað og vann at enda greitt. Vestmannkvinnur síggja sterkar út, sum væntað varð áðrenn kappingarárið.     

Á Skála var eingin ivi; Kyndil, ið sær betri og betri út sum kappingarárið líður,  var greitt omaná móti botnliðnum. Eins og í oddadystinum í Hoyvík mikukvøldið, var tað Marianna G. Eystberg, ið gekk á odda hjá Kyndli. Bakkurin skoraði níggju mál í dag.

Seinasti dysturin í dag var í Klaksvík, har Stjørnan tók ímóti H71. Talan kundi gerast um eina "tricky" uppgávu hjá hoyvíkskvinnum, og tað gjørdist tað eisini. Favorittarnir komu sera illa frá byrjan, men H71 kom tó sera væl innaftur í dystin sum hálvleikurin leið, og var á odda í steðginum.

Talan var um ein ógvuliga spennandi 2. hálvleik, har liðini fylgdust tætt. Men seinastu løtuna helt heimaliðið H71 frá at skora, og Stjørnan dró frá og avgjørdi dystin. Ein sera góður sigur hjá Stjørnuni, ið gjarna vil bjóða ovaru liðunum av.  

VÍF - Neistin 32-24 (14-10)

Toppskjúttar: Agnas Olsen og Liljan Djurhuus 8 mál

StÍF - Kyndil 23-31 (8-15)

Toppskjútti: Marianna G. Eystberg 9 mál

Stjørnan - H71 27-23 (12-14)

Toppskjúttar: Mina Sirdal 10 mál, Maria H. Weyhe 7 mál

Støðan í SMS-deildini eftr tíggju umfar:
1. VÍF (16 stig)
2. H71 (13 stig)
3. Kyndil (12 stig)
4. Neistin (11 stig)
5. Stjørnan (7 stig)
6. StÍF (1 stig)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder