2019-06-11 21:50
H71 boðar í dag frá, at felagið ætlar sær út í Evropa at spæla hondbólt. Felagið hevur í dag boðað Hondbóltssambandi Føroya, at felagið ynskir at luttaka í Challenge Cup.
- Eftir at H71 er vorðin føroyameistari 3. árið á rað, so metir nevnd, venjarar og leikarar, at tíðin er búgvin at royna nýggjar avbjóðingar, skriva hoyvíkingar á heimasíðuni hjá felagnum.
Vanliga liggur 1. umfar í september, 2. umfar í oktober og 3. umfar í november. Onkuntíð verður 1. umfar ikki leikt – tað er alt eftir, hvussu nógv lið hava meldað til, sigur H71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald