Hondbóltur

H71 valdi VÍF

H71 og VÍF bresta saman í aðrari hálvfinaluni, og Neistin og Kyndil í hinari..

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-03-18 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú er greitt, hvørji lið hittast í hálvfinalunum í Okkara-deildini.

H71 og VÍF bresta saman í aðrari, og Neistin og Kyndil í hinari.

Trý lið endaðu á 25 stigum, nú síðstu dystirnir í grundspælinum vórðu spældir í dag. Tí er innanhýsis málmunurin avgerandi, og har vísti tað seg, at H71 var sterkast.

Hoyvíkingar kundu tí gera av, hvørt teir vilja møta Neistanum, Kyndil ella VÍF. Sonni Larsen, venjari hjá hoyvíkingum boðaði í gjárkvøldi frá, at H71 vil hitta VÍF í hálvfinaluni, skrivar HSF á heimasíðuni. Tað merkir so, at hin hálvfinalan verður millum Kyndil og Neistan.

Hálvfinaluliðini hava hitst tríggjar ferðir í landskappingini. Hoyvíkingar hava vunnið allar dystirnar á VÍF, meðan Neistin og Kyndil hava vunnið hvør sín og spælt ein javnleik.

Dystarskráin verður kunngjørd seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder