Unga H71-liðið hevur í ár vunnið, spælt javnt og tapt ímóti VÍF í SMS-deildini. Í øllum trimum førunum var talan um sera tættar dystir. Í teimum báðum hálvfinalunum í steypakappingini var VÍF omaná, men í dag vann H71 fyri aðru ferð á oddaliðnum.
Hetta var triðjseinasta umfar í SMS-deildini, og talan var um ein lagnudyst fyri hoyvíkskvinnur. Eftir tapið á Neistanum sunnudagin var kravið hjá H71 greitt: Liðið skuldi vinna seinastu tríggjar dystirnar fyri at hava nakra vón yvirhøvur um at spæla seg i finalurnar. Møguleikin er framvegis sera lítil, men H71 prógvaði nakað í Hoyvíkshøllini í dag.
Tað var so at siga ongantíð nakar ivi um, hvør fór at fáa tey tvey stigini í dag: Tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var 10-4 til heimaliðið og munurin øktist áðrenn hálvleik: Tá var munurin tíggju mál, og hoyvíkskvinnur høvdu skorað 22 ferðir.
Tað var eingin vegur aftur fyri VÍF, ið kanska var merkt av motivatiónini. To skal einki takast frá H71, ið enn einaferð vísti, at dygd er á liðnum, ið skal takast í álvara í framtíðini. Tað verður tó helst ov stutt til finalurnar í ár; Neistin og Kyndil eru bæði tvey stig frammanfyri, hava ein dyst færri og eru stórfavorittar á heimavølli móti ávíkavist StÍF og Stjørnuni.
18. umfar
H71 - VÍF 36-27 (22-12)
Toppskjútti: Maria H. Weyhe 10 mál
Í morgin:
14.00: Neistin - StÍF
18.00: Kyndil - Stjørnan
Støðan í SMS-deildini:
VÍF 28 *
Neistin 22
Kyndil 22
H71 20 *
Stjørnan 11
StÍF 1
* Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald