Tveir dystir vórðu leiktir í SMS-deildini í kvøld.
Í Hoyvík vitjaði oddaliðið. Hoyvíkskvinnur lógu undan dystinum á 3. plássi og høvdu tapt tveir dystir á rað - móti Kyndli og Neistanum. VÍF hevði vunnið á øllum liðunum, Stjørnuni tvær ferðir, fyriuttan H71. Tíðliga í kappingarárinum vann H71 28-27 í Vestmanna.
Aftur í kvøld vóru tær úr Hoyvík omaná. Aftaná stórar tíggju minuttir var 6-2, og VÍF kom ongantíð av álvara inn í dystin. Harvið nærkaðist H71 vestmannakvinnum, og í morgin hittast grannarnir í Havn, har vinnarin kemur upp á 12 stig.
Japanska Haruka Gima hevur verið ein fongur fyri StÍF. Í kvøld skoraði hon heili 11 mál móti Stjørnuni (Mynd: Sverri Egholm)
Í fyrsta umfari hittust Stjørnan og StÍF í Klaksvík, og tað vóru tær av vestara armi á Skálafjørðinum, ið fóru avstað við teimum báðum stigunum. Í kvøld var tað umvent: Stjørnan vann á útivølli. Klaksvíkskvinnur vunnu við trimum málum, og tað var serliga góða byrjanin í 2. hálvleiki, ið gjørdi munin.
SMS-deildin 13. november
H71 - VÍF 27-22 (14-8)
Toppskjúttar: Marita Mortensen 8 mál, Durita C. Jojic 6 mál
StÍF - Stjørnan 24-27 (12-13)
Toppskjúttar: Haruka Gima 11 mál, Jansy Jacobsen 7 mál
Í morgin (18.30): Neistin - Kyndil
Støðan:
VÍF 14 stig (9 dystir)
H71 12 stig (8 dystir)
Kyndil 10 stig (7 dystir)
Neistin 10 stig (8 dystir)
Stjørnan 8 stig (9 dystir)
StÍF 4 stig (9 dystir)
VB 0 stig (8 dystir)
Hondbóltur
H71 vann oddadystin
Fyri aðru ferð í ár bastu hoyvíkskvinnur VÍF. Har kom H71 aftur á vinnaraslóðina og nærri oddasessinum. Stjørnan vann á Skála.
Durita Jojic skoraði seks mál, men VÍF tapti við fimm málum móti H71, sum Marita Mortensen gekk á odda fyri við átta málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)
2019-11-13 22:03
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald