Hondbóltur

H71 vann stórsigur í Klaksvík

Fyrsta korterið leikaði javnt á, men annars var oddaliðið greitt omaná.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-15 19:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í umfarinum í Okkara-deildini var av fyri løtu síðani. H71 var risafavorittur, tá oddaliðið vitjaði í Badmintonhøllini í Klaksvík.

Fyrstu tvey álopini skoraði H71, og tað gekk eftir ætlan hjá útiliðnum. Men so kom Team Klaksvík í gongd. Heimaliðið var á odda 3-2 og 4-3, og n´´yggi málverjin hjá Team Klaksvík, Popo, hevði fleiri góðar bjargingar. 

Tað gekk tó ikki so long tíð, til hoyvíkingar settu seg á dystin og í hálvleikinum var munurin átta mál. H71 skoraði næstan eftir vild frá byrjan av í 2. hálvleiki, og spælið var gott. Team Klaksvík hevði leingi ilt við at fáa mál, og tað var ikki fyrrenn seinastu løtuna, at tað glapp. Tá var H71 tó komið 16 mál framum, og oddaliðið økti um munin.

Okkara-deildin:

Team Klaksvík - H71 17-30(7-15)

Toppskjúttar: Kaito Nakahodo 8, Pauli Mittún 7

Støðan: 
1. H71 20 stig (12 dystir)
2. Neistin 16 stig (12 dystir)
3. StÍF 15 stig (12 dystir)
4. VÍF 14 stig (12 dystir)
5. KÍF 11 stig (11 dystir)
6. Kyndil 8 stig (12 dystir)
7. Team Klaksvík 0 stig (12 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder