Hondbóltur

H71 vann toppdystin

Í høllini á Hálsi var dysturin steðgaður níggju minuttir fyri tíð, tá kyndilsleikari fekk álvarsligan skaða.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-27 22:19 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tveir dystir vóru á skránni í Okkara-deildini í kvøld. Talan var um ein toppdyst og ein botndyst.

Í Hoyvíkshøllini var toppdystur, har H71 tók ímóti VÍF. Hoyvíkingar vunnu dystn 26 – 19 eftir hálvleiksstøðuna 11–11. Við sigrinum í kvøld er H71 nú trý stig framman fyri STÍF á øðrum plássi.

Myndir frá dystinum í Hoyvíkshøllini: Myndir: H71 - VÍF

Í høllini á Hálsi leiktu Kyndil og Team Klaksvík, ið liggja ávikavist næstaftast og aftast í Okkara-deildini. Tá 21 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, og støðan var 28-15 til Kyndil varð dysturin steðgaður tá Borgar Sveinsson hjá Kyndli fekk ein álvarsligan skaða í albogan, tá hann lendi skeivt eftir eitt gjøgnumbrot. Dómarnir og spælararnir tóku avgerð um, at ikki at seta dystin í gongd aftur, og staðfest var at 28-15 var endaliga úrsliti. Kyndil var á odda 15-7 í steðginum.

Við sigrum kom Kyndil uppá seks stig, og eru trý stig aftanfyri KÍF á fimta plássið. Team Klaksvík hevur framvegis síni fyrstu stig til góðar.

 

Okkara-deildin: 
H71 – VÍF 26 – 19 (11-11)

Toppskjútti:
Filip Jojic 8


Kyndil - Team Klaksvík 28 – 15 (15 – 7)

Toppskjútti:
Hjalti Mohr Jacobsen 10

Støðan: 
H71 16 stig (9 dystir)
StÍF 13 stig (10 dystir)
Neistin 12 stig (10 dystir)
VÍF 12 stig (9 dystir)
KÍF 9 stig (9 dystir)
Kyndil 6 stig (10 dystir)
Team Klaksvík 0 stig (10 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder