Tveir dystir hava verið í Okkara-deildini í dag.
Í Hoyvíkshøllini hittust nummar eitt og tvey, tá H71 tók ímóti Neistanum. Leingi sá út til at H71 fór at vinna ein tryggan sigur, men Neistin var líka við at gera eitt ótrúligt comeback í seinna hálvleiki.
Tað byrjaði javnt, og liðini fylgdust at fyrsta korterið, men so setti H71 seg á dystin og fór til hálvleik við eini fýra máls leiðslu. Hálvleiksstøðan var 13-9 til H71. Hoyvíkingar byrjaðu eisini seinna hálvleik betri, og vóru á odda 22-15 tá 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleik. Men so gjørdi Neistin bart og hálaði inn á H71. Nicholas Satchwell stóð sera væl í neista málinum, og H71 fekk bert eitt mál síðstu tíggju minuttirnar, meðan Neistin fekk sjey. Tað rakk tó akkurát ikki til stig hjá neistanum, sum tó hevði møguleika at javna í síðsta álopinum í dystinum, men skotið bleiv blokerað.
Á Skála vitjaði VÍF, og sum so ofta tá hesi liðini hittast, varð talan um ferðmiklan dyst við nógvum málum. Níggju útvísingar komu samanlagt, og talan var um ein dyst, har takklingarnar ikki vóru fáar.
Fyrsta korterið skiftust liðini so gott sum at skora, men í seinnu hálvu av 1. hálvleiki trekti VÍF frá. Málini skolaðu inn hjá heimaliðnum, ið gjørdi nógv mistøk og sum ikki megnaðu at steðga teimum gulu og bláu; hóast Filip Jojic varð skuggaður helmingin av hálvleikinum. Filip fekk tíggju mál, og spælskiparin Sjúrður Olsen skoraði heili 11 ferðir. Málveitslan á Skála helt fram, og hóast StÍF fór at spæla meira ágangandi og offensivt verjuspæl komu eisini 17 mál inn í 2. hálvleiki. Heimaliðið var ongantíð nær við at koma heilt inn í dystin aftur; millum annað takkað verði einum vælleikandi Mladen í VÍF-málinum. Við sigrinum kemur VÍF undir liðuna á Neistanum í stigum. StÍF fer ikki í jólaferiu á besta hátt: Tveir ósigrar á heimavølli á rað móti kappingarneytum um hálvfinaluplássi.
Okkara-deildin fer í jólaferiu nú. í januar mánað byrjar steypakappingin.
Okkara-deildin:
H71 – Neistin 23-22 (13-9)
Toppskjúttar:
Vilhelm Poulsen 7, Tróndur Mikkelsen 7
StÍF – VÍF 29-34 (13-17)
Toppskjúttar:
Sjúrður Olsen 11, Filip Jojic 10
Støðan:
1. H71 22 stig (13 dystir)
2. Neistin 16 stig (13 dystir)
3. VÍF 16 stig (13 dystir)
4. StÍF 15 stig (13 dystir)
5. KÍF 13 stig (13 dystir)
6. Kyndil 8 stig (12 dystir)
7. Team Klaksvík 0 stig (13 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald