Hondbóltur

H71 var nær við at fremja bragdið í Bosnia

RK Konjuh Živinice var á odda við átta málum eftir fyrra dystin, og tað var 10-10 í steðginum í seinna dystinum í gjár. Men heimaliðið vann bert við tveimum málum samanlagt - H71 skapti spenning móti endanum.

Høgni Heinason, sum skal við A-landsliðnum um tíggju dagar, spældi ein framúrskarandi dyst fyri H71 við millum annað tíggju málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høgni Heinason, sum skal við A-landsliðnum um tíggju dagar, spældi ein framúrskarandi dyst fyri H71 við millum annað tíggju málum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-10-19 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meðan flestu føroysku hondbóltseyguni vóru vend móti høllini við Tjarnir í gjárkvøldið, vóru hoyvíkingar í hóslagi í Bosnia-Hersegovina.

Talan var um seinna dystin í 2. umfari í European Cup. RK Konjuh Živinice vann fyrra dystin 36-28, so H71 hevði nógv at arbeiða við eftir dystin hóskvøldið.

Báðir dystirnir vórðu spældir í Bosnia, og stutt eftir miðjan 2. hálvleik í gjár var 9-5 til H71. Verjan hjá hoyvíkingum, við Mladen Mjerimacka sum aftasta skansa, eydnaðist væl hesaferð. Mladen er leigaður úr Team Klaksvík og vísti av álvara stórspæl, og frammanfyri hann gingu Peter Krogh og Helgi Hildarson Hoydal á odda í miðverjuni.

Heimaliðið fekk syrgt fyri einum javnleiki áðrenn steðgin. Men í 2. hálvleiki fingu hoyvíkingar av álvara spenning. Tað var seinastu løtuna, tá heimaliðið sinklaði og hevði stórar trupulleikar við at skora. 

Uppá átta minuttir skoraði H71 sjey av níggju málum, og so var munurin bert tvey mál. Her gekk greiði toppskjúttin og glógvandi Høgni Heinason, sum skal til Golden League við A-landsliðnum skjótt, av álvara á odda.

Men tá H71 kundi økja til +7 á degnum og minka til minus 1 samanlagt, endaði tað við brendum skoti. Tá vóru smáir tveir minuttir eftir - tað eydnaðist at skora til 26-19 í síðsta minuttinum, men tá var ov seint, og heimaliðið stongdi við máli.

Harvið kundu teir hjá RK Konjuh Živinice anda lættan, meðan hoyvíkingar kundu iðra seg um stóra tapið í fyrra dystinum - og at teir ikki kunnu koma tættari fyrr í seinna dystinum.

[object Object]

Seks-máls sigur í seinna dystinum var ikki nóg mikið 

[object Object]

Skíggjamynd: Roysni

Sí fleiri hagtøl her

Harvið er H71 liðugt í Evropa í ár. StÍF spælir seinna dystin í Serbia í morgin - fyrri dysturin hjá StÍF móti Vojvodina endaði við ellivu-máls tapi

Sí eisini: Pauli Rasmussen er besti spælarin í Føroyum í løtuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder