Fótbóltur

Haaland eigur nú málmetið í Premier League

Skoraði sítt mál nummar 35 í hesum kappingarárinum móti West Ham í gjárkvøldið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-05-04 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski áleyparin hjá Manchester City, Erling Haaland, er nú tann spælarin, sum hevur skorað flest mál í Premier League í einum kappingarári.

Í gjárkvøldið skoraði hann sítt mál nummar 35 í hesum kappingarárinum, og fór sostatt framum tey 34 málini, sum Alan Shearer og Andrew Cole fyrr hava megnað at skora í sama kappingarári.

Manchester City vann í gjárkvøldið 3-0 á West Ham United, og legði seg harvið aftur fram um Arsenal í kappingini um enska meistaraheitið. Manchester City hevur 79 stig, Arsenal 78, og City hevur spælt ein dyst færri.

22 ára gamli norski áleyparin skoraði sítt mál nummar 35 í byrjanini av øðrum hálvleiki. Tað var málið til 2-0. Frammanundan hevði Nathan Ake lagt City framum, og móti endanum av dystinum, økti Phil Foden til 3-0.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder