Fótbóltur

Haaland er nú metmálskjútti á norska landsliðnum

Við tveimum málum í trygga sigrinum á Slovenia á Ullevaal tók 24-ára gamli áleyparin norska metið hjá juristinum og journalistinum Jørgen Juve, sum hevði staðið í yvir 90 ár.

Erling Braut Håland í venjingardysti móti Føroyum í fjør. Tá skoraði hann ikki - men Manchester City-áleyparin hevur nú skorað 34 mál í 36 A-landsdystum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Erling Braut Håland í venjingardysti móti Føroyum í fjør. Tá skoraði hann ikki - men Manchester City-áleyparin hevur nú skorað 34 mál í 36 A-landsdystum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-11 17:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur skorað mál eftir mál....eftir mál seinastu árini: Í Molde, Red Bull Salzburg, Borussia Dortmund, Manchester City og á norska landsliðnum.

Noreg hevur ikki verið nakað fótbóltsstórveldi men hevur í løtuni tvær heimsstjørnur: Martin Ødegaard (Arsenal) og serliga Erling Braut Håland.

Håland ger vart við seg fyri Premier League-meistararnar og eisini í Champions League, har stóri, sterki, skjóti og "kyniski" norðmaðurin er ávegis móti fleiri metum.

Erling Håland spældi í gjárkvøldið sín landsdyst nummar 36, tá Noreg tók ímóti Slovenia. Håland skoraði tvey mál í 3-0 sigrinum á Ullevaal.

Fyrru ferð áleyparin fekk bóltin framvið Jan Oblak, javnaði Håland metið hjá Jørgen Juve (33 mál). Juve var, útyvir ein vandamikil áleypari hjá Noreg í tríatiárunum, juristur, journalistur og rithøvundur.

Håland tekst, enn í øllum førum, "bert" við at spæla fótbólt á hægsta stigi. Tað dugir hann bara væl, og í 2. hálvleiki tók "jærbúgvin" metið sjálvur, tá hann økti til 3-0.

Málini og meira at lesa á tv2.no

Hetta varð endaliga úrslitið, og Noreg er fremst í sínum Nations League bólki í Deild B - eina omanfyri Føroyar. Søguliga løtan í Oslo í gjár kom, tá Erling Håland skoraði sítt mál nummar 34 á A-landsliðnum. Har koma helst heilt nógv afturat hjá 24-ára gamla áleyparanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder