Fótbóltur

Hæddarpunkt: Andrias var stinnur - men Verona mist á stokkinum móti meistarunum

Føroyski miðverjin stóð fyri nærum meistarligum avriki í miðverjuni og varð dagsins spælari hjá fleiri. Men í 95. minutti avgjørdi Romelu Lukaku dystin fyri Napoli.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-01 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski landsliðsmiðverjin hevði gott tamahald á Rasmus Højlund, bjargaði væl beint við mállinjuna einaferð og vann so at siga allar nærdystirnar, hann var við í.

Napoli legði segði annars á odda longu í 2. minutti, tá júst Højlund setti pannuna á, eftir at Andrias Edmundsson annars ruddaði við høvdinum eftir hornaspark.

Sambært livescore-síðum sum Flashscore og Sofascore var Andrias Edmundsson besti maður á vøllinum, tá italsku meistararnir vitjaðu Verona í gjár. Soleiðis var eisini hjá øðrum síðum við hagtølum.

Ógvuliga flott avrik hjá Andriasi móti sterkari mótsstøðu, men hóast Jean-Daniel Akpa Akpro javnaði fyri Verona, rakk tað ikki til stig hjá botnliðnum móti numar trý.

Í 95. minutti var innskifti Romelu Lukaku til reiðar inni í brotsteignum og skoraði sítt fyrsta mál í kappingarárinum. Belgiski áleyparin, sum var toppskjútti í meistaraárinum, hevur verið ógvuliga nógv skaddur hetta kappingarárið.

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Lukaku fegnast um at avgerða dystin í Verona

Sí hæddarpunkt ovast ella á almennu Youtube-síðuni hjá Serie A

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder