Annað

Hægsta luttakaratalið hesa øldina

Leynavatnstevna verður um vikuskiftið.

2021-06-18 13:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru vælnøgd reiðfólk, ið um vikuskiftið rigga til at fara til Leynavatn at halda Leynavatnstevnu. 

Samstundis sum koronafarsóttin aftur tykist at hava mist fastatøkur, er tað gleðisboð at rossatalið til kappríðingina, er tað hægsta alla hesa øldina, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag fegnast um hetta, serliga tað, at Tvíspor ung er størsti bólkur, er gott tekin. Mett verður at hetta, er úrslit av miðvísum arbeiði við ungdóminum seinastu árini. Kappingin í tvíspor ung er eisini sera hørð, har eru eini fýra ross, ið hava realistiskan møguleika at vinna.

Eisini í Tvíspor l flokkur eru fleiri jøvn ross. Føroyameistarin 2020, Svanna hevur helst allar møguleikar at vinna. Men vinnarin á Leynavatn í fjør, Marengo man helst royna at taka dystin upp og onnur boð eru eisini um at at sleppa á heiðurspallin. 

Kappríðingin er við Leynavatn leygardagin klokkan 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder